Time setur sjóneykuna á tilflytarapolitikkin

Time setur sjóneykuna á tilflytarapolitikkin
Tilflytarapolitikkurin hjá amerikanska forsetanum hevur verið fyri hvøssum atfinningum seinastu tíðina, og nú finnist Time Magazine eisini at.
Mynd: John Moore, Time Magazine  
 
22.06.2018 - 15:04

Forsíðan á nýggjasta Time Magazine hevur, eins og tilflytarapolitikkurin hjá amerikanska forsetanum, vakt ans kring allan heim. 

Á forsíðuni sæst amerikanski forsetin, Donald Trump, og ein lítil grátandi genta, sum er ímyndin av tilflytarapolitikkinum, sum Trump hevur sett í gildið. 

Í apríl mánað kunngjørdi amerikanski løgmálaráðharrin, Jeff Sessions, eina sokallaða "null-hugsjón", har øll, sum verða tikin fyri ólógliga at ætla sær inn í landið, skulu ákærast fyri brot á revsilógina. 

"Null-hugsjón" politikkurin hevur við sær, at hópatal av børnum eru tikin frá sínum foreldrum við markið til Meksiko. Foreldrini verða sett í fongsul, til tey skula fyri rættin. Børnini verða sett í annað varðhald undir verju av eini undirdeild hjá Heilsu- og almannatænastuni.

Video- og ljóðupptøkur eru eisini komnar undan kavi, har marknavørðir royna at sissa grátandi børnum, hvørs foreldur eru flutt í fongsul. Hesar upptøkurnar hava elvt til ramaskríggj um tilflytarapolitikkin hjá USA innan- sum uttanlands.

Trýstið á amerikanska forsetan gjørdist so stórt, at Donald Trump herfyri skrivaði undir eina fyriskipan, sum skal forða fyri, at migrantfamiljur verða skildar sundur við landamarkið til Meksiko.

Tað er eisini hetta evnið, sum forsíðan á nýggja Time Magazine ímyndar. 

Gentan á myndini er tvey ára gomul, hon er frá Honduras, og sambært myndamanninum varð gentan tikin frá mammu síni við markið millum Meksiko og USA. 

John Moore, ið hevur tikið myndina av gentuni, sum á forsíðuni er klipt saman við eini mynd av Donald Trump, hevur greitt frá, hvussu hart tað var, at vera myndamaður við markið millum Meksiko og USA.

- Tað einasta, eg hevði hug til, var at taka gentuna upp í mín favn, men tað kundi eg ikki, segði hann við Time Magazine.

Sambært Reuters, ið hevur verið í sambandi við pápa gentuna, varð gentan ikki tikin frá mammu síni. Reuters skrivar, at bæði genta og mamma eru afturhildnar við markið til USA, har mamman hevur søkt um friðskjól. Umboð fyri uttanríkisráðið í Honduras hevur eisini váttað hetta. 

Nýggja fyriskipanin, ið skal forða fyri sundurskiljing, og sum Trump skrivaði undir fyri stuttum, sigur tó einki um, hvat skal henda við teimum 2.342 børnunum, sum longu eru tikin frá 2.206 foreldrum - tíðarskeiðið frá 5. mai til 9. juni í ár. 

Amerikanskir myndugleikar siga, at hesi børn sleppa ikki aftur til familjuna, meðan foreldrini bíða eftir, at teirra mál verður viðgjørt.

Trump Time magazine

Caption: 
John Moore, Time Magazine
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860