Minni fiskur í Barentshavinum

Minni fiskur í Barentshavinum
Toskakvotan í Barentshavinum í 2019 eigur ikki at vera meir enn 675.000 tons. Tað er tilmælið frá norsku fiskifrøðingunum og frá ICES.
 
25.06.2018 - 09:01

Tað hevur verið nógvur fiskur í Barentshavinum í fleiri ár, og eitt skifti  var kvotan omanfyri eina millión tons.

Men nú minkar toskurin, og so má fiskiskapurin leggjast til rættis eftir tí, sigur norski granskingarstjórin, Geir Huse.

Kvotan var í hæddini í 2003 og helt sær har í fleiri ár, men seinastu árini er toskurin minkaður, og tí verður mælt til at áseta kvotuna fyri næsta ár til 100.000 tons minni enn í ár.

Í ár mælti ICES til at fiska 712.000 tons av toski í Barentshavinum, men norðmenn og russarar gjørdu av at áseta kvotuna til 775.000 tons.

Fiskiskapurin eftir øðrum fiskasløgum norðanfyri 62 stig er eisini minkandi. Mælt verður til at minka kvotuna av hýsu úr 202.000 tonsum niður í 152.000 tons, og kvotuna av upsa úr 172.000 tonsum niður í 150.000 tons í 2019.

Russland og Noreg fara at áseta endaligu kvoturnar á fundi í oktober. Upsakvotuna tekur Noreg einsamalt avgerð um.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012