Luna alir á Víkum

Luna alir á Víkum
Alifelagið Luna, sum hevur fingið loyvi at ala á Víkum, hevur lagt ein ring við nót út í økinum.
 
26.06.2018 - 11:46

Frammanundan hevur alifelagið Luna gjørt nógvar kanningar av botninum, og hvussu djúpt er á leiðini.

Nú skulu nógvar kanningar gerast afturat. Millum annað skal kannast, hvussu aldan er, og hvussu streymurin er, og tað verður gjørt í samstarvi við Fiskaaling.

Mátitól eru sett í nótina fyri at fáa greiuðu á, hvussu nótin flytir seg í sjónum alt eftir streymi og aldu.

Atli Gregersen, stjóri í Luna, sigur, at kanningarnar fara at halda fram út á heystið og veturin, fyri at fáa so nógva vitan sum gjørligt.

Høgættin kann vera buldraslig á Víkum, og tí er neyðugt við illveðri høgt fyri at fáa greiðu á fleiri spurningum, sigur stjórin.

Tí verður fiskur ikki settur í ringin fyrr enn í fyrsta lagi í vár, tí tá heldur felagið seg hava fingið ta vitanina, sum er neyðug, um tað ber til at ala á Víkum, sigur Atli Gregersen.

Føroya Náttúru og umhvørvisfelag hevur kært avgerðina um at geva Luna loyvi at ala á Víkum.

Friðingarnevndin fyri Vága sýslu umrøddi málið, men av tí at kæran snúði seg um aling á sjónum, valdi nevndin at leggja málið fyri yvirfriðingarnevndina, tí friðingarnevndin fyri Vága sýslu metti sítt virksemi bara at vera um friðing á landi - og ikki á sjónum.

Málið er framvegis í yvirfriðingarnevndini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444