Rokkarabólkur bannaður í Týsklandi

Rokkarabólkur bannaður í Týsklandi
Horst Seehofer hevur bannað rokkara-kenda bólkinum "Osmanen Germania BC", sum verður lýstur sum ein nationalistiskur bólkur við turkiskum røtum
 
10.07.2018 - 11:23

Týski innanríkisráðharrin, Horst Seehofer, hevur sett bann fyri rokkara-kenda bólkinum "Osmanen Germania BC", sum verður lýstur sum ein nationalistiskur bólkur við turkiskum røtum.

- Bólkurin er ein vandi fyri rættarsamfelagi, sigur týski innanríkisráðharrin sambært týsku tíðindastovuni DPA.

Sambært týsku løgregluni hevur bólkurin í minsta lagi 300 limir. Í marts vórðu átta menn, sum sigst vera limir í bólkinum, ákærdir fyri millum annað drápsroynd, skøkjulevnað og ólógligan menniskjahandil.

Bólkurin skrivar á Facebook-vanga sín, at tað ikki er rætt, at lýsa bólkin sum ein rokkara-bólk, og at teir skuldsettu menninir ikki eru limir í bólkinum longur.

Bannið, sum nú er sett í verk, hevur við sær, at alt virksemi hjá bólkinum er forbjóðað. Sambært DPA ávirkar hetta eisini tær mongu undirbólkarnir, sum spretta úr bólkinum. 

"Osmanen Germania" hevur sambært týsku myndugleikunum samband við turkiska stjórnarflokkin AKP og turkiska forsetan Recep Erdogan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012