Fótbóltsdreingir bjargaðir

Fótbóltsdreingir bjargaðir
Teilendska serdeildin Navy Seals, sum stóð fyri bjargingini av fótbóltsdreingjunum, hevur kunngjørt video og myndir av stóru bjargingini á Facebook
 
11.07.2018 - 14:30

Teir 12 fótbóltsdreingirnir og venjari teirra sótu avbyrgdir í einum helli í Teilandi í 18 samdøgur, áðrenn tað loksins eydnaðist at bjarga teimum úr aftur hellinum. 

Teilendska fótbóltsliðið var á útferð og leitaði sær skjól í einum helli tann 23. juni, tá tað fór at regna av grimd. Vatnið fleyt inn í hellið, og dreingirnir sótu fastir. 

Um fýra tíðina gjáranáttina, okkara tíð, varð farið at bjarga teimum seinastu fýra dreinginum og venjaran úr hellinum, og tíðliga seinnapartin í gjár vórðu allir fingnir út.

Heimurin hevur fylgt við støðuni hjá fótbóltsdreingjunum, tí bjargingin, sum bæði kravdi royndir og fyrireikingar, var sera vandamikil. So mikið vandamikil at ein royndur kavari lat lív á veg út úr hellinum, tá hann sat fastur og ikki fekk luft.

Dreingirnir skuldu ígjøgnum myrkar smogur - fleiristaðni undir vatni - fyri at sleppa útaftur. Royndir kavarar brúktu yvir fimm tímar um at koma inn i hellið. Bjargingin gjørdist sera torfør, tí dreingirnir vóru ikki vanir við kavaraútgerð, og nakrir teirra duga heldur ikki at svimja.

Men tað eydnaðist hóast alt, og seinnapartin í gjár vórðu allir dreingirnir bjargaðir. 

Videobrot og myndir frá bjargingarroyndunum vísa, hvussu dreingirnir vóru spentir fastir í børur, sum kavarar síðani fluttu út úr hellinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860