Tók skeivan bil

Tók skeivan bil
Ein kvinna fór av óvart avstað við skeivum bili frá FK í Runavík í gjár. Eigarin meldaði bilin stolnan, men fær bót fyri at lata lykilin standa í.
 
18.07.2018 - 08:00

Ein kvinna, sum seinnapartin í gjár boðaði løgregluni frá, at bilur hennara var stolin á bilplássinum við Keypssamtøkuna í Runavik, fær eina bót fyri at lata lykilin standa í bilinum.

Og bilurin var ikki stolin sum so. Kanningar vístu, at ein onnur kvinna hevur júst sama slag av bili. 

Hon fór í skeiva bilin og koyrdi avstað. Tað bar til, tí lykilin stóð í.

Tá hin kvinnan, tann, sum átti bilin, kemur út aftur, heldur hon, at hennara bilur er stolin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860