Thor Beamer fór fyri 1,6 mió. kr.

Thor Beamer fór fyri 1,6 mió. kr.
Thor selur nú tey gomlu frálandaskipini
 
20.07.2018 - 11:05

Reiðaríið Thor í Hósvík seldi Thor Beamer til Malta fyri 1,6 mill. kr.

Nú Thor Beamer, sum er hjálparskip hjá oljuvinnuni, er seldur, er bara Tórsvík eftir av teimum eldru skipunum hjá Thor.

Thor Beamer varð bygdur á Visser-skipasmiðjuni í Niðurlondum í 1987. 

Thor keypti skipið úr Niðurlondum í 2006.

Malta Towage Limited í Malta keypti Thor Beamer, sum nú er strikaður í føroysku altjóða skipaskránni, FAS.

Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor, segði mikudagin, at reiðaríið hevur arbeitt við at selja tey eldru frálandaskipini.

Millum annað tí, at torført er at fáa tey gomlu skipini at lúka strongu krøvini, sum verða sett til frálandaskip. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444