Hitabylgja kravt fleiri mannalív

Hitabylgja kravt fleiri mannalív
Hitabylgjan, sum er í Japan og Suðurkorea í løtuni, hevur kravt í minsta lagi 50 mannalív. Í dag máldi hitin methøg 41,1 hitastig.
Mynd: Scanpix  
 
23.07.2018 - 15:46

Í minsta lagi 50 fólk hava latið lív í Japan og Suðurkorea í hitabylgjuni, ið er í økinum í løtuni. Tað sigur DR.

Í dag setti hitin met, tá tey máldu 41,1 hitastig í býnum Kumagaya norðan fyri høvuðsstaðnin Tokyo. Hitin er máldur síðani 1896.

Hitin í Tokyo verður væntandi 37 hitastig í dag.

Í Suðurkorea er eisini heitt. Í morgun var hitin í býnum Gangneung 31 hitastig, tá tað var kaldast. Í høvuðsstaðnum Seoul fer hitin ikki undir 29 stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860