"The Islands and the Whales" í uppskoti til Emmy

"The Islands and the Whales" í uppskoti til Emmy
Heimildarfilmurin hjá bretanum Mike Day, The Islands and the Whales, er nú í uppskoti til eina av undirbólkunum í Emmy virðislønunum.
 
27.07.2018 - 10:08

Heimildarfilmurin hjá bretanum Mike Day, The Islands and the Whales, ið er upptikin í Føroyum og er um føroysku veiðimentanina við grindini, er nú í uppskoti til eina av undirbólkunum í Emmy virðislønunum.

Talan er um bólkin Outstanding Science and Technology Documentary. Filmurin varð tikin upp í Føroyum frá 2011-2014.

"The Islands and the Whales" er ein lýsing av lívi føroyinga og náttúruni kring teir, m.a. hvussu fiskur, grind og fuglur hevur verið fingin til matna, og hvussu aldargamli siðaarvur føroyinga hevur skapt eina serstaka mentan og samleika. Samstundis kann ídnaðarsamfelagið og dálking tess gera enda á hesi mentan.

Í mai vann filmurin PEABODY films-heiðurslønina fyri dokumentarfilmar í USA. Mike Day úr Edinburgh í Skotlandi gjørdi filmin, sum var liðugur í 2016. 

Emmy-virðislønirnar verða latnar í New York í USA tann 1. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444