BankNordik keypir egin partabrøv

BankNordik keypir egin partabrøv
BankNordik ætlar at keypa partabrøv í BankNordik fyri 15 milliónir krónur, hetta til 30. mars næsta ár.
 
07.08.2018 - 09:22

Aðalfundurin í 2016 gav nevndini í BankNordik loyvi til at keypa partabrøv í bankanum.

Aðalfundurin gav loyvi til at keypa í mesta lagi 10 % av partabrævakapitali bankans. Fíggjareftirlitið hevur góðkent keypið.

BankNordik eigur 338.009 partabrøv í P/f BankNordik, 3,38 % av partabrøvunum í bankanum.

BankNordik sigur, at endamálið við partabrævakeypinum er at laga kapitalin hjá bankanum til umstøðurnar.

Bankin má ikki keypa partabrøvini fyri meira enn kursin, sum er galdandi í keypsskálanum í Keypmannahavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860