USA setur revsitiltøk í verk móti Russlandi

USA setur revsitiltøk í verk móti Russlandi
USA vil vera við, at tað við vissu er Russland, sum nýtti nervagassi novichok í eini roynd at drepa ein fyrrverandi russiskan njósnara.
 
09.08.2018 - 16:12

USA setur nú nýggj revsitiltøk í verk mótvegis Russlandi.

USA vil vera við, at tað er staðfest, at Russland nýtti nervagassi novichok í eini roynd at gera av við fyrrverandi njósnaran Sergej Skripal og dóttir hansara í enska býnum Salisbury.

Og slíkt sleppa russar ikki at gera órevsaðir. Tí boðaði amerikanska uttanríkisráðið í gjárkvøldið frá, at teirra beinleiðis aftursvar er revsitiltøk móti Russlandi.

Í fyrstu atløgu rakar tað tað amerikanska útflutningin av hernaðaðarútbúnað til Russlands. Somuleiðis krevur USA, at Russland loyvir ST at hava vápnaeftirlit í landinum.

Revsitiltøkini verða sett í verk 22. august, og so hevur Russland 90 dagar at sannføra USA um, at landið ikki nýtir evnafrøðilig ella lívfrøðilig vápn longur - og heldur ikki fer at gera tað framyvir.

Livir Russland ikki upp til amerikansku krøvini, fer Trump at strika diplomatisk sambond og seta í verk strong revsitiltøk, tá tað snýr seg um handil, bankalán og loyvi hjá russiska flogfelagnum Aeroflot at seta seg.

USA hevur annars longu útvíst 60 russiskum sendifólkum og latið russiska konsolátið í Seattle aftur.

Russland hevur víst øllum ákærum aftur. Og russiska sendistovan í USA hevur sent út tíðindaskriv, har hon hartar USA fyri seta í verk miskunarleys revsitiltøk grundað á ákærur, sum eru ógrundaðar og uttan hald í veruleikanum.

Tað skriva fleiri altjóða miðlar, millum annað CNN, Wall Street Journal, Al Jazeera og DR. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012