Deyðiligt summar á Mont Blanc

Deyðiligt summar á Mont Blanc
Summarið 2018 hevur verið serliga deyðiligt fyri fjallaklintrarar á Mont Blanc. Í gjár vóru trý fólk funnin deyð. Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
 
11.08.2018 - 14:50

Summarið 2018 hevur verið serliga deyðiligt fyri fjallaklintrarar á Mont Blanc. Í gjár vóru trý fólk funnin deyð. Tað upplýsir tíðindastovan AFP. 

Harvið heldur talið á deyðum á Mont Blanc á at vaksa. 

Mont Blanc liggur í alpunum og er 4.810 metrar høgt. Og sæð burtur frá Elbrus, sum liggur í Russlandi, er Mont Blanc hægsta fjallið í Evropa. 

Mett verður, at umleið 10 fólk missa lívið á Mont Blanc hvørt ár. Síðst í farna mánaði lótu fýra fólk lív. 

Og tilsamans eru í minsta lagi 15 fólk funnin deyð á Mont Blanc í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860