Stuðul til flogfeløg latast

Stuðul til flogfeløg latast
Í royndunum at fáa fleiri flogleiðir til Føroya og úr Føroyum hevur Vága floghavn játtað tvær milliónir krónur næsta ár til marknaðarføring.
 
15.08.2018 - 07:46

Pengarnir verða millum annað latnir teimum, sum uttanlands skipa fyri átøkum, har beinleiðis ella óbeinleiðis flogleiðir verða settar á stovn, og til at stuðla ferðamálum og flogleiðum, sum sambært Visit Faroe Islands eru lyklamarknaðir. 

Hesir marknaðir eru fyrst og fremst Norðurlond, Týskland, Stóra Bretland, Niðurlond, Frakland og USA.

Marknaðarføringin verður løgd til rættis í samsvari við marknaðarætlanina hjá Visit Faroe Islands, sigur Vága floghavn.

Ein trímannanevnd hjá Vága floghavn viðger umsóknirnar, sum skulu vera inni fyri 1.mai í 2019. 

Um neyðugt verða umsóknir flýggjaðar Visit Faroe Islands til metingar, sigur Vága floghavn.

Stuðul verður bara latin flogfeløgum, sum virka fyri at betra leiðirnar til Føroya og úr Føroyum, sum vilja styrkja sína støðu á útlendska marknaðinum, og vera við í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnumál.

Í mesta lagi 700.000 kr. kunnu latast einstakari fyritøku. Vága floghavn kann tó víkja frá hægsta markinum, um talan er um stórar felags verkætlanir. 

Umsóknir um stuðul undir 50.000 kr. verða í høvuðsheitum ikki viðgjørdar, skrivar Vágafloghavn á heimasíðu síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949