Fiskimálaráðharrar hittast í Føroyum

Fiskimálaráðharrar hittast í Føroyum
Ráðharrarnir í norðuratlansku fiskimálaráðunum fara at hittast í Føroyum í morgin og mikudagin.
 
27.08.2018 - 07:27

Tá verður ráðstevna í Føroyum, har evnið er Sustainable Ocean Governance, tað er burðardygg fyrisiting av havninum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er vertur fyri ráðstevnuni.

Eisini fara norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnir at fundast sínamillum, har strandarlandasamráðingar og áleikandi mál um fiskirættindi verða viðgjørd.

Millum teirra, ið eru við á fundinum er russiski fiskimálaráðharrin Ilya Shestakov.

Eisini ES kommiserurin í fiskivinnummálum Karmenu Vella er við á ráðstevnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444