2 milliónir latast í miðlastuðli

2 milliónir latast í miðlastuðli
Nú kunnu privatu miðlarnir aftur søkja um miðlastuðul hjá Mentamálaráðnum. 
 
29.08.2018 - 15:25

Tvær milliónir krónur eru settar av til miðlastuðul á fíggjarlógini til miðlastuðul í 2018. Tað skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni.

Sambært Mentamálaráðnum er ætlanin við miðlastuðlinum at hækka dygdina av journalistiska arbeiðinum og tryggja eitt fjøltáttað útboð av tíðindamiðlum.

Stuðulin er ætlaður prentaðum tíðindamiðlum, loftbornum tíðindamiðlum og skrivaðum tíðindanetmiðlum.

Fyri at fáa miðlastuðul skal miðilin eitt nú verða sjálvstøðugur við einum ábyrgdarhavandi redaktøri og hava í minsta lagi tvey redaktionel ársverk íroknað redaktørin.

Miðilin skal venda sær til ein breiðan skara av brúkarum og ikki bert til ávísar bólkar í samfelagnum. Miðilin skal hava eitt breitt redaktionelt innihald við aktuellum tíðindatilfari av politiskum, samfelagsligum og mentanarligum slagi, sum er lagað til fólkið í Føroyum.

Fyri prentaðar miðlar er tað ein treyt, at teir koma út minst einaferð um vikuna. Fyri netmiðlar og loftmiðlar er tað ein treyt, at teir dagliga hava ein havnan og dagførdan tíðindastreym.

Freistin at søkja er 1. oktober 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444