Fíggjareftirlitið kannað donsk bústaðarlán

Fíggjareftirlitið kannað donsk bústaðarlán
Danska Fíggjareftirlitið hevur kannað støðuna viðvíkjandi bústaðarlánum, nú rentan er søguliga lág, og bústaðir eru dýrir.
 
06.09.2018 - 10:28

Rentan er søguliga lág, og bústaðirnir kosta nógv at keypa. Hetta kann sum frá líður enda við, at tey, sum hava keypt bústað, koma í neyð, og hvørki hava ráð til at búgva í teimum ella selja teir.

Og peningastovnarnir verða noyddir til at skriva niður lán hjá fólki. Hetta hevur danska Fíggjareftirlitið nú kannað.

Fíggjareftirlitið hevur spurt 15 stórar og miðalstórar peningastovnar í Danmark um fígging til bústaðir í økjum, har sum fólkavøksturin er stórur, tað eru Keypmannahavn og grannakommunurnar og Århus.

Fyribils niðurstøðan er, at nógvir peningastovnar hava lænt fólki pengar, sum ikki fara at klára eina niðurgongd í bústaðarprísinum.

Í meira enn helvtini av spurdu peningastovnunum er meira enn 15 prosent av útlánunum til fólk, sum hava keypt bústað, hóast ogn teirra er negativ. 

Fíggjareftirlitið sigur, at kanningin hjá tí vísir, at nógvir peningastovnar ikki halda reglurnar á hesum øki.

Fíggjareftirlitið letur hetta ikki fara aftur við borðinum, og ætlar tí at herða eftirlitið við hesum peningastovnum.

Føroyar eru ikki við í hesari kanningini hjá danska Fíggjareftirlitinum, hóast tað eisini hevur eftirlit við teimum fýra peningastovnunum í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860