Yvir 100 springarar løgdu beinini í Hvalvík

11.09.2018 - 11:37
Aktuelt
Yvir 100 springarar løgdu beinini í Hvalvík
Ein bólkur av springarum varð fyri løtu síðani hildin til í Hvalvík. Drápið gekk skjótt.
Nógv fólk savnað í Hvalvík at taka ímóti.
 

Bólkurin av springarum varð funnin beint fyri klokkan 10 norðanfyri Kollafjørð, nærhendis landsfjósið hjá Landsverk. 

Væl av fólki stóðu klár á sandinum í Hvalvík at taka ímóti teimum.

Janus Egholm, grindaformaður í Hvalvík og Streymnesi, upplýsir fyri in.fo, at talan er um yvir 100 hval. Sambært grindaformanninum gekk drápið skjótt og væl. 

In.for skrivar, at hetta er aðru ferð í ár, at springarar verða hildnir til í Hvalvík. Fyrru ferðina var 8. juni, tá 11 springarar gjørdu landgongd.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. august
Summartímin fríggjadagin 16. august
97774
Leygardag 17. august
Úr Fámjin til Trongisvágs (2:3)
97730
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. august
Andglettur - Sambandsflokkurin
97745
Hósdag 15. august
Andglettur - Fólkaflokkurin
97701
Mikudag 14. august
Val kring landið - Vágar
97665
Mikudag 14. august
Úr savninum: Frætt & fregnað (6:11)
20257
Mikudag 7. august
Úr savninum: Frætt & fregnað (5:11)
16490