Størsta tilbúgvingarvenjing í Føroyum

Størsta tilbúgvingarvenjing í Føroyum
Tilbúgvingarvenjingin á flogvøllinum í gjár, er helst størsta venjing nakrantíð í Føroyum. Sum heild gekk venjingin væl, heldur høvuðsfyriskiparin.
 
20.09.2018 - 08:49

Helst størsta tilbúgvingarvenjing nakranktíð í Føroyum varð hildin á flogvøllinum í gjár. 

Venjingin skuldi ímynda, at eitt ferðafólkaflogfar RC 411 úr Spania gjørdist vrak í samband við lendingina á flogvøllinum. Skaðastaðið var eystanfyri flogbreytina oman ímóti vatninum. Sløkkiliðini í Vágum, Vestmanna og Kvívík luttóku í venjingini, og harumframt var løgreglan, sjúkraflutningstænastan, MRCC og Vága Bjargingarfelag við. Samanlagt luttóku 400 sløkkiliðs- bjargingarfólk, statistar og fyriskiparar í venjingini.

Væl nøgdur fyriskipari

Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari í Vága floghavn, høvuðsfyriskipari av venjingini, var væl nøgdur við venjingina, tá hon var av um sjey tíðina í gjárkvøldið. "Eg haldi, at venjingin gekk heilt væl. Vit sum skipa fyri venjingini hava nøkur ting, sum vit vilja venja. So um fólk varnast, at okkurt manglaði, so er tað tí at vit hava valt tað. Men sum heild hava vit rokkið tað, sum vit ynsktu, og øll sum vóru við í venjingini síggja, at hetta var ein av teimum stórstu venjingunum, sum vit fara at síggja í Føroyum nakrantíð"

Tað er eitt mynduleikakrav, at Vága Floghavn skal hava eina fullskalavenjing fjórða hvørt ár, sum hevur til endamáls at royna tilbúgvingarætlanina hjá bæði Vága Floghavn og teimum, sum eru knýtt at tilbúgvingini hjá flogvøllinum.

Sløkkiliðsbilur fór útav

Undir venjingini hendi tó eitt ótilætlað óhapp, tá annar av sløkkiliðsbilunum hjá Vága Floghavn koyrdi út av og stóð fastur í moldini. Hetta hevði eyka arbeiði við sær fyri sløkkiliðið, men Jákup Haraldsen heldur, at eisini hetta var góður lærdómur, tí óhapp henda jú eisini í veruleikanum.

Tað tók bjargingarfólkunum umleið tveir og ein hálvan tíma at fáa øll fólkini av skaðastaðnum, og tað er á góðari leið, í mun til at venjingin varð avmarkað, tí allir stovnar í tilbúgvingini ikki vóru við, sigur Jákup Haraldsen. Venjingin hevði verið eitt sindur øðrvísi um eitt nú báðar tyrlurnar og fleiri bjargingarlið vóru við, vísur hann á.  

Tilbúgvingarvenjingar eru mynduleikakrav
Vága Floghavn skal hava stóra venjing fjórðahvørt ár, so tilbúgvingarætlanirnar kunnu roynast í verki av øllum pørtunum, sum varða av teimum.

Frágreiðing liðug í desember

Fleiri eygleiðarar vóru til venjingina, og ein frágreiðing um venjingina verður liðug í desembur, sigur Jákup Haraldsen. Longu um tvær viku hittast partarnir tó aftur til eina fyribils niðurstøðu av venjingini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860