Talv: Føroyar vunnu móti Sierra Leone

Talv: Føroyar vunnu móti Sierra Leone
Føroyar vunnu seinnapartin fyrsta dystin á talvolympiaduni, sum er byrjað í Batumi í Georgia
Føroyar telvaðu móti Sierra Leone og vunnu 3½ - ½
 
24.09.2018 - 18:34

Føroyar telvaðu móti Sierra Leone og vunnu 3½ - ½. 

John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen vunnu, og 
Karl Eli Samuelsen telvaði javnt. 
Tilsamans 185 lið eru við í almennu kappingini, og Føroyar eru styrkismettar nummar 76 av teimum. 
Kappingin heldur fram í morgin. 
Enn er ikki greitt, hvørjum landi Føroyar telva ímóti í øðrum umfari. 

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska var ikki við í dag, men verður ætlandi á 1. borði hjá Føroyum í morgin.
Ellivu umfør skulu telvast í Georgia. 
Talvolympiadan endar 5. oktober. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946