Ben Arabo koyrdur frá

Ben Arabo koyrdur frá
Ben Arabo er ikki longur stjóri í Betri samtakinum.
Ben Arabo er rokin sum stjóri í Betri
 
25.09.2018 - 14:16

Ben Arabo vísir til Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinnu í Betri samtakinum, sum váttar fyri Kringvarpinum, at Ben Arabo er koyrdur frá vegna samstarvstrupulleikar.

Fyri løtu síðani boðaði Betri samtakið frá, at nevndin hevur gjørt av at siga forstjóran, Ben Arabo, úr starvi vegna innanhýsis samstarvstrupulleikum. Evy J. Jacobsen, vinnukundaleiðari í Betri Banka, er sett sum fyribils forstjóri.

Eisini stendur í tíðindinaskrivinum, at næstformaðurin í nevndini, Teitur Poulsen, valdi at taka seg úr nevndini. Orsøkin var ósemja um avgerðina at koyra stjóran. Í hansara stað varð Gunn Danielsen vald, skrivar Betri.

Ben Arabo tók við sum forstjóri tann 1. desember í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012