Russiski njósnarin kærir fongslingina

Russiski njósnarin kærir fongslingina
NRK, hevur tosað við keldur, sum greiða frá um atburðin hjá skuldsetta manninum, - og sum fekk fleiri av luttakarunum av ávara umsitingina
 
26.09.2018 - 07:50

51 ára gamli russarin, Mikhail Botsjkarev, sum er handtikin fyri njósning, var í Stórtinginum sum luttakari á seminari, sum Evropiska miðstøðin fyri parlamentariska gransking og dokumentatión skipaði fyri. 

Seminarið vardi í tveir dagar, og stjórin fyri Stórtinginum, Marianne Andreassen, setti seminarið. 

Norska kringvaprið, NRK, hevur tosað við keldur, sum greiða frá um atburðin hjá skuldsetta manninum, - og sum til seinast fekk fleiri av luttakarunum at ávara umsitininga hjá Stórtinginum. Umsitingin boðaði trygdartænastuni hjá løgregluni, PST, frá.

Átti ikki at vera har

Seminarið varð hildið í biograf-salinum í Stórtinginum, sum er á ovastu hædd í einum síðubygningi hjá Stórtinginum, - salurin er langur við stórum takvindeygum.

Har skal russarin hava sett seg á eitt heldur løgið stað, - nakað, sum fekk hinar luttakararnar at boða frá hesum.

Hann skal eisini verða sæddur á støðum, sum hann ikki átti at vera, siga keldur fyri NRK. Spurdur, hvat hann gjørdi har, var atburður hansara uppá spurningin eisini løgin, sambært NRK.

Áhuga fyri printarum

Hann er m.a. sæddur á einum staði, har nógvir printarar standa, - eitt stað, har hann ikki átti at vera.

Printarar eru gott mál hjá njósnarum, - m.a. tí teir hava harðdiskar, sum goyma alt, sum verður útskrivað. Og við einum geyma kanst tú taka út øll hesi skjølini og hava kontroll á printaranum, skrivar norska blaðið, VG.

Russarin skal eisini, sambært NRK, hava verið ónormalt upptikin av at síggja samleika- og lyklakort, og hevur biðið um at sleppa at kanna tey nærri. Hetta loypti hvøkk á fleiri luttakarar, skrivar NRK.

Kærir fongslingina

Sakførarin hjá 51 ára gamla Mikhail Botsjkarev, Hege Kristine Aakre, vil ikki gera viðmerkingar til upplýsingarnar hjá NRK. Hon váttar, at maðurin seint seinnapartin í gjár kærdi varðhaldsfongslingina. Hon vil tó ikki siga meira um kæruna, skrivar NRK.

Russarin er skuldsettur fyri brot á revsilógina um fregnatænastu-virksemi móti ríkisloynidómum. Hann er fongslaður, so hann ikki kann órógva kanningararbeiðið ella sleppa av landinum, skrivar norska TV2.

Russiska uttanríkisráðið boðar í tíðindaskrivi frá, at norski sendiharrin í Russlandi er biðn um at koma á fund um málið. - Slík skuldseting fer at fáa avleiðingar, sigur russiska uttanríkisráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012