Grønlendska samfelagið skal talgildast

Grønlendska samfelagið skal talgildast
Landsstýrið har hevur júst lagt sína ætlan fram um talgilding, sum skal verða liðug í 2021
 
27.09.2018 - 10:45

Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna sigur við Sermitsiaq, at tá talgildingin er gjørd, verður lættari at vera borgari og vinnufyritøka í Grønlandi, og at fólkaræði verður styrkt, tí stóru fjarstøðurnar fara ikki at hava týdning longur, tá tað kemur til tænastur og samskifti við tað almenna. 

- Samstundis verða okkara altjóða handilssambond styrkt, tá vit fáa støðu sum talgilt trygt triðjaland, sigur Vivian Motzfeldt.

Ætlanin um at talgilda Grønland hevur seks ymisk átøk við yvirskriftunum "talgildi borgarin", "trygd og privatlív", "talgilt dannilsi", "talgild nýmenning", "felags almenn-talgildur bygnaður" og "meira talgilt heilsuverk".
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444