Ovasti í loynitænastuni hjá russiska herinum

Ovasti í loynitænastuni hjá russiska herinum
Annar av russarunum, sum eru undir illgruna fyri at hava ætlað at drepa Sergei Skripal er í ovastu leiðsluni í russisku loynitænastuni, GRU
Anatoly Chipiqa er vinsturmegin á myndini
 
27.09.2018 - 10:50

Tað er niðurstøðan hjá einum bólki av grankingarjournalistum í eini grein, sum er almannakunngørt á Bellingcat-heimasíðuni.

Eiturálop varð framt móti Sergei Skripal, og dóttir hansara, í bretska býnum Salisbury í vár. 

Í nýggjari fráboða frá bretsku loynitænastuni, eitur maðurin Ruslan Boshirov, men Bellingcat-bólkurin sigur, at rætta navn hansara er Anatoly Chepiqa. 

Hann hevur fingið stóra viðurkenning fyri arbeiði sítt í fregnartænastuni hjá russiska herinum, og eitt nú hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, havt Anatoly Chepiqa á orði.

Putin hevur sjálvur sagt, at báðir mennnir, sum eru undir illgruna fyri eiturálopið móti Skripal, eru vanligir borgarar, og at teir vóru í Salisbury sum ferðafólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012