Teldusníkar fingu fatur á loyniorðum

Teldusníkar fingu fatur á loyniorðum
Í samband við teldusníkálopið á FO-umsitingina í vikuskitinum, heitir umsitingin nú á fólk um at broyta loyniorð teirra á netinum.
 
27.09.2018 - 11:53

Sunnudagin varð heimasíðan hjá FO-umsitingini, tað er nic.fo, álopin av teldusníkum. Álopið varð steðgað, men nú boðar FO-umsitingin frá, at teldusníkarnir hava fingið fatur á teldupostbústøðum og loyniorðum hjá øllum brúkarunum á nic.fo. Upplýsingar um gjaldskort o.a. eru tó ikki fingin til vega. 

Nógv fólk brúka sama loyniorð til ymiskar skipanir, tí er tað av alstórum týdningi, at fólk broyta síni loyniorð á øðrum skipanum beinavegin fyri at tryggja, at sníkarnir ikki sleppa inn at skaða aðrastaðni, skrivar FO-fyrisitingin. 

Nic.fo varð sløkt fyri at steðga álopinum, men letur uppaftur mánadagin í nýggjari skipan. Øll navnaøki eru sostatt nú í tryggum kørmum og verða ikki ávirkað av hesum.

Tá nic.fo letur uppaftur, fáa allir verandi brúkarar ein teldupost við leinki at velja nýtt loyniorð til skipanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860