Eingin lóg er brotin, siga grannskoðarar landsins

Eingin lóg er brotin, siga grannskoðarar landsins
Fíggjarmálaráðið átti tó at skjalfest, hví tað rindaði námsfrøðingum løn, meðan arbeiðsstegður var, og mótroknar hana seinni, siga grannskoðarar
Landsstýrismálanevndin spurdi løgtingsgrannskoðanini sum spurdi Landsgrannskoðanina.
 
02.11.2018 - 11:56

Grannskoðararnir hjá landinum halda ikki, at Fíggjarmálaráðið breyt nakra lóg, tá tað rindaða námsfrøðingum løn, meðan arbeiðssteðgur var.

Men Fíggjarmálaráðið átti at skjalfest tey viðurskifti, sum hava týdning fyri, hví ráðið valdi loysnina at mótrokna seinni heldur enn at steðga lønini.

Tað siga løgtingsgrannskoðarnir í svari til Landsstýrismálanevndina hjá løgtinginum.

Løgtingsgrannskoðararnir vísa til Landsgrannskoðanina, sum heldur, at grundgevingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum fyri at gera frádrátt í lønini seinni eru í samsvari við játtanarreglurnar og tað, sum bar til at gera tá. 

Landsgrannskoðanin hevur tó ikki sæð nakra skjalfesta meting um, hvussu Fíggjamálaráðið hevur tikið avgerðina um afturhald ella frádrátt í lønina í sambandi við arbeiðssteðgin.  

Avgerð í hvørjum einstøkum føri

Ymiskt er, hvussu Fíggjarmálaráðið hevur gjørt seinastu árini. 

Í nógvum førum er frádráttur gjørdur í lønini arbeiðsstegð, men Fíggjarmálaráðið kennir seg ikki bundið av nakrari siðvenju.

Ráðið hevur tikið avgerð í hvørjum einstøkum føri.

Kristina Háfoss kærd

Bill Justinussen, løgtingsmaður, kærdi fyrst í mars í ár Kristinu Háfoss fyri at brúka almennar pengar í heimildarloysi.

Bill Justinussen sigur, at Kristina Háfoss uttan heimild og móti galdandi reglum hevur goldið limum í Pedagogfelagnum løn, meðan arbeiðssteðgur var. 

Løgtingsmaðurin sigur, at landsstýriskvinnan hevur brotið stýriskipanarlógina, tí hon hevur brúkt pengar hjá landinum uttan heimild í fíggjarlógini ella í aðrari játtanarlóg.

Rykti eftir svari

Bill Justinussen rykti Landsstýrismálanevndina eftir svari 13.september, men endaligt svar fær hann ikki enn. 

Formaðurin í Landsstýrismálanevndina, Magnus Rasmussen, sigur, at hann er uttanlands í løtuni. 

Men nevndin hevur fund hálvan november, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860

Annað frá KVF