Framsókn kann taka uppskotið aftur í dag

bannari
Framsókn kann taka uppskotið aftur í dag
Á tingfundinum í dag hevur Framsókn møguleika at taka aftur uppskotið um at útseta kvoturnar
 
06.11.2018 - 06:54

Løgtingsfundur verður í dag klokkan 11.

Á tingfundinum í dag fæst at vita, um Framsókn tekur aftur uppskotið hjá sær um at útseta ígildiskomuna av kvotum frá 1. januar 2019.

Floksformenninir í samgonguni søgdu í tíðindaskrivi fyrrakvøldið, at tingkvinnurnar hava boðað frá, at tær taka uppskotið aftur.

Men formelt skal hetta gerast á einum tingfundi. 

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, vildi í gjár ikki gera viðmerkingar um, nær tær taka uppskotið aftur.

Grein 55 í tingskipanini sigur, at uppskotssetarin kann taka aftur uppskot á øllum viðgerðarstigum.

Men andstøðan hevur boðað frá, at tey fara leggja uppskotið fram aftur, og tað hava tey møguleika fyri, tí í tingskipanini stendur, at beint eftir at boðað er tinginum frá afturtøku, spyr løgtingsformaðurin, um annar løgtingsmaður, løgmaður ella landsstýrismaður tekur upp aftur uppskotið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444