Skógareldarnir í Kalifornia kravt yvir 40 lív

Skógareldarnir í Kalifornia kravt yvir 40 lív
Í minsta lagi 42 fólk hava latið lív í teimum trimum skógareldunum, sum í løtuni herja sunnaliga í Kalifornia.
Mynd: Josh Edelson © Scanpix  
 
13.11.2018 - 12:25

Amerikanski forsetin hevur góðkent eina umbøn frá guvernørinum í Kalifornia, Jerry Brown, sum vil hava Trump at lýsa statin í vanlukkustøðu. 

Í minsta lagi 42 fólk hava latið lív í skógareldunum, og býurin Paradise er brendur í grund. 

Tríggir skógareldar herja í løtuni sunnaliga í Kalifornia, og størsti teirra, Camp-eldurin, er mettur at vera tann ringasti skógareldurin higartil í Kalifornia: 

Trump hevur lýst vanlukkustøðu

Tá ein statur verður lýstur at vera í vanlukkustøðu, merkir tað, at myndugleikarnir í statinum ikki hava tamarhald á støðuni, og soleiðis er støðan í Kalifornia í løtuni.

Møguleiki er nú fyri at lýsa undantaksstøðu í ymsum økjum. Tað merkir millum annað, at vanligar reglur verða strikaðar og serstakar reglur koma í gildi, umframt at myndugleikarnar kunnu krevja, at borgarar flyta burtur. 

Harumframt verður almenn hjálp veitt á hægsta støði. Tað merkir millum annað, at tað almenna veitir krisuhjálp og endurhýsing til offur.

Sambært CNN eru 13 milliónir fólk í beinleiðis vanda, og fleiri enn 6.500 hús eru brend í grund.

Millum annað eru húsini hjá sjónleikarinum Gerard Butler og songkvinnuni Miley Cyrus brend í grund. Bæði hava tey verið á sosialu miðlunum, har tey rósa sløkkiliðsfólkunum í økjunum fyri arbeiði teirra.

Sjónleikarin Orlando Bloom býr tætt við skógareldin, og soleiðis sær tað út á gøtuni, har hann býr: 

Í løtuni berjast fleiri enn 8.000 sløkkiliðsfólk móti teimum trimum eldunum, sum herja í Kalifornia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444