Bíleggingarskipanin galdandi úr Skopun í 2019

Bíleggingarskipanin galdandi úr Skopun í 2019
Fyrst í 2019 kemur bíleggingarskipanin við Teistanum í gildi - eisini á farleiðini úr Skopun á Gomlurætt.
 
14.11.2018 - 14:46

Í dag ber bara til at bíleggja pláss við Teistanum av Gomlurætt á Skopun. Men fyrst í 2019 verður bíleggingarskipanin eisini galdandi á farleiðini úr Skopun á Gomlurætt.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum eisini umsitir samferðslumál, upplýsti í tinginum fyrrapartin, at Samferðsluráðið hevur givið Strandferðsluni boð um at bíleggingarskipanin á farleiðini um Skopunarfjørð skal vera í gildi báðar vegir.

Broytingin kemur í gildi fyrst í 2019, upplýsti Aksel V. Johannesen fyri løgtinginum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860