18 ferðir á Pelagos

bannari
19.11.2018 - 13:14
AktueltVinna
18 ferðir á Pelagos
Fyrsta menningarkvotan varð landað í Fuglafirði 11. oktober, og tíðarskeiðið til 6. november vórðu 18 menningarkvotur landaðar til Pelagos.
 

Tað er meira enn ein mánaður síðani at fyrsta menningarkvotan varð landað til Pelagos í Fuglafirði. Síðani tá eru tilsamans 18 landingar farnar fram til Pelagos, hóast grundarlagið fyri fiskiloyvinum var, at fiskurin skuldi landast á navngivnum, landafrøðilium øki í landinum.

11. oktober landa Eysturbúgvin og Vesturbúgvin 176 tons av norðhavssild til Pelagos í Fuglafirði. Tað er, sambært einum dagførdum yvirliti frá Vørn, fyrstu ferð at menningarkvota er landað og virkað uttanfyri tað øki, menningarkvotan er ætlað.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin gera tilsamans tríggjar túrar eftir sild. Skipini eru aftur á Fuglafirði 17. oktober við 121 tonsum og 26.oktober landa tey stívliga 60 tons av norðhavssild til Pelagos.

Men ikki fyrr enn 1. november - tað eru 20 dagar eftir fyrstu landing í Fuglafirði - fær reiðaríið Vørðustíggjur, sum eigur Eysturbúgvan, ætlanarskriv úr Fiskimálaráðnum. Tá boðar Fiskimálaráðið frá, at ráðið ætlar at taka menningarkvotuna frá reiðarínum, tí økisrættarligu treytirnar eru ikki hildnar.

Reaktiónin úr Fiskimálaráðnum kemur ikki fyrr enn reiðaríið sjálvt hevur gjørt varug við, at tað kortini ikki ber til at landa til Sandoy Seafood, soleiðis sum reiðaríið annars segði seg fara at gera, tá søkt varð um menningarkvotu.

Sambært skjølunum í málinum var tað ikki fyrr enn eftir hesi boðini frá reiðarínum, dagfest 25. oktober, at Fiskimálaráðið fór at kanna, hvar útskrivaðu menningarkvoturnar til Vørðustíggjur nú eisini vórðu landaðar.

Vørðustíggjur stendur nú til at missa sínar menningarkvotur - reiðaríið hevur fingið freist til hósdagin klokkan fýra at fáa eina avtalu í lag við Sandoy Seafood um at taka ímóti restini av menningarkvotuni.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eru ikki einastu skip, sum fleiri ferðir hava landað menningarkvotur í Fuglafirði.

Sambært einum yvirliti frá Vørn er menningarkvota av norðhavsild landað 15 ferðir til Pelagos í tíðarskeiðnum frá 11. oktober til 6. november.

Umframt áðurnevndu partrolarar hevur Arctic Voyager landað norðhavssild hjá Delta Seafood, Steintór & TG Fish og hjá Vestmanna Fiskavirki - í Fuglafirði.

Harumframt er menningarkvota av makreli landað til Pelagos tríggjar ferðir frá 29. oktober til 4. november. Eisini her eru tað Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum eiga lastirnar.

Í síðstu viku kom undan kavi, at meira enn ein triðingum av teimum menningarkvotum, sum higartil eru útlutaðar, eru landaðar til Pelagos í Fuglafirði - og ikki til virki í teimum økjum, menningarkvoturnar eru ætlaðar.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki gera viðmerkingar til ta ta fyrisitingarligu viðgerð, sum fer fram í Fiskimálaráðnum í løtuni. Men við útvarpið fríggjadagin segði landsstýrismaðurin, at hesi mál eru tekin um, at fyrisitingin virkar. 

 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. mars
Breddin
121056
Týsdag 2. mars
Óhoyrt: Spæl føroyskt
121054
Týsdag 2. mars
Tempo
121044
Týsdag 2. mars
Góðan morgun Føroyar 02.03.2021
121024
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. mars
3-2
121003
Sunnudag 28. februar
TeenStreet lovsangur (5:5)
120907
Sunnudag 28. februar
Andakt við Margareth Djurhuus
120906
Sunnudag 28. februar
Guðstænasta í Christianskirkjuni
120902
Leygardag 27. februar
Flogbóltur: ÍF - Mjølnir
120899