Javnleikur ímóti Íslandi

Javnleikur ímóti Íslandi
Føroyar og Ísland spældu javnleik í venjingardysti í dag
 
25.11.2018 - 20:32

Føroyska hondbóltslandsliðið hjá kvinnum fyrireikar seg í Íslandi til komandi HM-undankappingina.

Í dag var seinni venjingardysturin á skránni. Úrslitið bleiv javnleikur, 21-21.

Føroyska verjuspælið var gott og málverjin, Vivian Petersen, stóð væl, men í álopinum vóru føroysku spælararnir ikki nóg neyvir.

Føroyar vunnu fyrra venjingardystin, sum varð spældur í gjár. Úrslitið bleiv 25-17 til Føroyar.

HM-undankappingin byrjar fríggjadagin. Føroyar eru í bólki saman við Sveis, Litava og Finnlandi.

Allir dystirnir verða spældur í Sveis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860