Úr at gera av fullum fólkum

Úr at gera av fullum fólkum
Tað merkist væl hjá løgregluni, at jólaborðhaldini eru byrjað. Nógv fólk, sum vóru avdottin úti, máttu hjálpast
Løgreglan hevur havt úr at gera av fullum fólkum um vikuskiftið. Nógv vóru dottin av úti í kuldanum
 
02.12.2018 - 09:42

Tað merkist hjá løgregluni, at jólaborðhaldini eru byrjað. Løgreglan hevði í nátt og morgun úr at gera av fullum fólkum ymsastaðni í landinum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Tað hevur verið rættiliga kalt í nátt, og tí hevur løgreglan tikið sær av fleiri fólkum, sum vóru dottin av í fyllskapi. Í tí eina førinum mátti eitt fólk koyrast til kanningar á Landssjúkrahúsinum.

Kanska eitt harðskapsmál

Boð vóru eisini eftir løgregluni tvær ferðir í nátt, tí fólk í Havn vóru farin til hendurs. Í tí eina førinum vóru tvær kvinnur farnar til hendurs - tað málið endar kanska sum eitt harðskapsmál hjá løgregluni.

Løgreglan varð í tveimum førum í nátt eisini boðsend til húsaófrið heima hjá fólki - einaferð í Havn og einaferð í Suðri. Ein bilførari varð klokkan 3:30 í morgun tikin á klaksvíksleiðini fyri at koyra ávirkaður.

Hóast tað var sera hált ymsastaðni í morgun, so hevði løgreglan ikki fingið nakra fráboðan um ferðsluóhapp. Onkur var kortini dottin í hálkuni, sigur John Martin Olsen, vakthavandi á politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537