Nýtt búmerki til Sjóvar kommunu

Nýtt búmerki til Sjóvar kommunu
Sjóvar kommuna skrivaði út búmerkjakapping seinasta. Leygardagin varð nýggjað búmerki avdúkað.
Nýggja búmerkið hjá Sjóvar kommunu.
 
17.12.2018 - 10:27

Sjóvar kommuna hevur nú fingið nýtt búmerki.

Tað var í summar, at kommunan skrivaði út búmerkjakapping. Tá freistin at lata uppskot inn var farin, vóru 59 uppskot komin inn. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá kommununi.

Leygardagin var so vinnarauppskotið avdúkað. Vinnarauppskotið átti KREA, og hevur Sjúrður Højgaard teknað nýggja búmerkið.

Vinnarin fekk handaðan kekk upp á 20.000 krónur, og Sjúrður Højgaard tók ímóti. 

Til avdúkingina helt Pole Hansen, varaborgarstjóri, røðu, og hann segði um vinnarauppskotið, at nýggja búmerkið hevur íblástur frá býlinginum við Sjógv, ið kommunan ber navnið á. 

Búmerkið lýsir eitt tað eyðkendasta staðið í Sjóvar kommunu, sum øll, ið hava verið har, leggja til merkis, og sum er eins og nalvin í býlinginum við Sjógv, og tí eisini í Sjóvar kommunu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012