Fær loyvi at siga upp Hoyvíkssáttmálan

Fær loyvi at siga upp Hoyvíkssáttmálan
Meirilutin í Uttanlandsnevndini tekur undir við landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum
Landsstýrismaðurin fær loyvi til at siga upp Hoyvíkssáttmálan.
 
19.12.2018 - 07:25

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og vinnumálum sleppur at siga upp Hoyvíkssáttmálan á nýggjárinum.

Meirilutin í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum mælir tinginum til at samtykkja tað.

Í meirilutanum eru umframt Annitu á Fríðriksmørk, Bjørt Samuelsen og Henrik Old í samgonguni Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður.

Kaj Leo Holm Johannesen, Jákup Mikkelsen og Kári P. Højgaard taka støðu, tá atkvøtt verður eftir aðru viðgerð, sum væntandi verður í morgin.

Talan er um uppskot til samtyktar, so tað skal bara hava tvær viðgerðir í tinginum.

Uttanlandsnevndin viðgjørdi málið í gjár, og hevði fund við Havsbrún, Føroya reiðarafelag, Framherja, Vinnuhúsið og Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418