Japanskur spælari til KÍ

Japanskur spælari til KÍ
Seint í gjárkvøldið boðaði KÍ frá á Norðlýsinum, at felagið KÍ hevur gjørt sáttmála við 28 ára gamla Takuya Matsunaga.
 
23.12.2018 - 15:19

KÍ boðaði seint í gjárkvøldið frá á Norðlýsinum, at felagið fær tilgongd. 

Ikki er vanligt, at spælarar úr Japan finna sín veg til føroyskan fótbólt, men soleiðis verður komandi ár. KÍ hevur skrivað sáttmála við 28 ára gamla Takuya Matsunaga, sum er miðvallarleikari. 

Takuya Matsunaga hevur seinastu árini spælt við Kalev Tallinn, sum er felag í bestu deildini í Estlandi. Har hevur hann í 2018 skorað fimm mál og lagt upp til fýra mál í 35 dystum sambært Transfermarkt. Árini áðrenn spældi hann við FK Utenis Utena í bestu deildini í Litava.

Frammanundan hevur KÍ gjørt sáttmálar við Patrik Johannesen, Torbjørn Grytten og Jesper Brinck. Hinvegin hevur felagið mist leikarar sum Hørður Askham, Predrag Pocuca og Páll A. Klettskarð.

Sáttmálin við Takuya Matsunaga er galdandi fyri kappingarárið 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444