Heldur ikki nøkur avgerð í gjárkvøldið

10.01.2019 - 13:03
AktueltPolitikkur
Heldur ikki nøkur avgerð í gjárkvøldið
Borgarstjórin á Tvøroyri hevur ikki valt, um hann heldur fram sum borgarsjóri, ella, um hann velur løgtingssessin
Tvøroyri.
 

Borgarstjórin á Tvøroyri hevur ikki valt, um hann heldur fram sum borgarsjóri, ella, um hann velur løgtingssessin.

Meirilutin í býráðnum hevur samtykt, at Kristin Michelsen kann ikki vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður.

Meirilutin hevur tikið aftur tilsøgnina, sum Kristin Michelsen fekk frá býráðnum í 2017 um, at hann kann hava báðar sessirnar.

Kristin Michelsen segði á býráðsfundinum í gjárkvøldið, at níggju dagar eru farnir, síðani býráðið tók avgerðina um sessirnar.

Einki nýtt er í málinum og eingin hoyring hevur verið, segði Kristin Michelsen sambært gerðarbókini frá býráðsfundinum í gjárkvøldið.

Meirilutin heitti aftur í gjárkvøldið á Kristin Michelsen um at velja annað starvið. 

Meirilutin vísir til kommunustýrislógina, sum sigur, at býráðið kann velja ein annan býráðslim til virkandi borgarstjóra.

Men ta avgerðina skal Sirið Stenberg, sum er landsstýriskvinna í kommunumálum, staðfesta.

Og málið skal eisini roynast í rættinum.

 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. juni
3-2
95742
Mánadag 17. juni
EM hondbóltur: Føroyar - Montenegro
95713
Mánadag 17. juni
Andaktin
95706
Sunnudag 16. juni
EM hondbóltur: Danmark - Føroyar
95711
Mikudag 12. juni
Minnist tú enn? (13:13)
26422