Lagnudagur fyri May og Brexit

Lagnudagur fyri May og Brexit
Seinni í dag skal bretska parlamenti atkvøða um avtaluna hjá Theresu May, forsætisráðharra, við ES um Brexit
 
15.01.2019 - 11:43

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, stendur fyri møguligum ósigri í bretska parlamentinum, sum seinni í dag skal atkvøða um hennara avtalu við ES um Brexit.

Í gjár heitti hon inniliga á tinglimir um at endurskoða sína støðu til avtalutekstin, men alt bendir á, at meirilutin ætlar at vraka avtaluna, tá atkvøtt verður klokkan 19 í kvøld.

Reuters skrivar, at Theresa May vónar at kunna avmarka væntaða ósigurin í kvøld og síðani venda sær aftur til Brússel fyri at fáa longri teymar, so hon kann fáa avtaluna samtykta í parlamentinum seinni.

Men verður ósigurin í kvøld stórur, kann tað noyða Theresu May at útskjóta skilnaðin frá ES, sum stendur til at verða 29. mars, og kanska eisini lata upp fyri øðrum møguleikum, so sum eini fólkaatkvøðu avtrat ella at fara úr ES uttan nakra avtalu yvirhøvur.

Stúra fyri ov nógvum valdi

Dominic Raab, sum legði frá sær sum Brexit-ráðharri í november, tí hann ikki tók undir við ætlanini hjá May, sigur við útvarpið hjá BBC, at stundin er komin til at fyrireika Brexit uttan nakra avtalu við ES. 

Hetta hóvar vinnulívinum illa, tí tey stúra fyri, at ruðuleiki fer at valda, um so verður.

- Vit fara úr ES 29. mars, segði Dominic Raab við BBC.

Nógvir limir í konservativa flokkinum hjá Theresu May siga, at hennara ætlan fer at geva Brússel alt ov stórt vald.

May: Sameinda Bretland kann syndrast

Theresa May ávarar um, at uttan hennara avtalu, so eru útlitini fyri, at Bretland als ikki fer úr ES nógv størri, enn at Bretland fer úr ES uttan nakra avtalu. 

Eisini sigur hon, at atkvøður parlamentið ímóti avtaluni, so er vandi fyri, at sameinda Bretland syndrast. Hon ávarar eisini sínar floksfelagar ímóti at lata andstøðuflokkin, Labour, fáa fastatøkur á politisku støðuni nú.

Jeremy Corbyn, formaður í Labour, ætlar at seta fram uppskot um misálit á Theresu May, um hon tapir atkvøðugreiðsluna í parlamentinum í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012