Bardagi í Vágsbotni í nátt

Bardagi í Vágsbotni í nátt
Nakrir mans komu til ilnar í Vágsbotni í nátt. Løgreglan kannar í løtuni málið.
 
19.01.2019 - 10:01

Fleiri ungir mans komu til ilnar í Vágsbotni í Havn stutt fyri klokkan trý í nátt.

Løgreglan kannar í løtuni málið, ið møguliga endar sum eitt harðskapsmál.

Enn er tó ov tíðliga at siga meira um málið, upplýsir vakthavandi.

Burtursæð frá hesi hendingini í Vágsbotni var kvøldið og náttin friðarlig, upplýsir vakthavandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444