Samd um samstarv um talgilding

Samd um samstarv um talgilding
Føroyar og Katalonia hava gjørt avtalu um samstarv um talgilding
Kristina Háfoss og Jordi Puigneró hava undirskrivað avtaluna fyrrapartin í gjár.
Mynd: Fíggjarmálaráðið  
 
05.02.2019 - 07:19

Nýggja parkeringarskipanin í Havn, sum verður talgild, byggir á eina katalanska loysn. 

Og nú hava Føroyar og Katalonia gjørt avtalu um samstarv um talgilding.

Avtalan sigur, at Føroyar og Katalonia skifta vitan, royndir og loysnir um talgilding millum sín.

Føroyar og Katalonia arbeiða við nógvum felags áhugamálum, millum annað at menna talgildar samleikar og veita nettrygd.

Katalanski ráðharrin í talgilding, Jordi Puigneró, var í Føroyum í nakrar dagar.

Á vitjanini hava katalonski ráðharrin og embætisfólk hansara fingið innlit í talgilding hjá Føroya gjaldstovu, Føroya Tele og hjá Fjarskiftiseftirlitinum. 

Tey hava eisini vitjað løgtingið, SEV, Eysturoyartunnilin og Sjóvinnuhúsið, har tey hoyrdu um Vinnuhúsið, KT felagið og Hugskotið.

Fíggjarmálaráðið sigur, at ráðharra - og arbeiðsvitjanin úr Katalonia kom í lag, tá Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í november í fjør hitti katalonska starvsbróðurin á eini arbeiðsvitjan í Barcelona. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444