Fekk starvið kortini eftir kæru til Umboðsmannin

Fekk starvið kortini eftir kæru til Umboðsmannin
Tað loysti seg at kæra til Løgtingsins umboðsmann, tí tann, sum kærdi, hevur nú fingið arbeiði hjá Tórshavnar kommunu
Kæra til Løgtingsins umboðsmann loysti seg hjá heilsurøktara.
 
07.02.2019 - 07:13

Tað loysti seg at kæra til Løgtingsins umboðsmann, tí tann, sum kærdi, hevur nú fingið arbeiði hjá Tórshavnar kommunu.

Umboðsmaðurin segði í desember, at Tórshavnar kommuna ikki hevði nakra sakliga grundgeving fyri ikki at seta eitt áður uppsagt starvsfólk, ein heilsurøktara, í fast starv. 

Umboðsmaðurin heitti tí á Tórshavnar kommunu um at taka málið uppaftur til viðgerðar og lata seg frætta úrslitið av hesi viðgerð.

Úrslitið er, at Tórshavnar kommuna er sinnað at bjóða tí, sum kærdi, starv á viðkomandi stovni. 

Av tí, at einki fast starv er tøkt í løtuni, hevur kærarin fyribils tikið við einum tíðaravmarkaðum starvi. 

Fakfelag kærdi

Løgtingsins umboðsmaður viðgjørdi eina kæru frá Heilsurøktarafelagnum um Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommuna.

Hon kundi ikki nokta at seta ein áður uppsagdan heilsurøktara í fast starv við teirri grundgeving, at Tórshavnar kommuna ikki hevði álit á henni.

Setanarbólkurin var annars samdur um at seta heilsurøktaran í fasta starvið.

Løgtingsins umboðsmaðurin ger nú ikki meira við hetta málið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860