Heita á May um at útseta brexit

Heita á May um at útseta brexit
Meira enn 40 fyrrverandi bretskir sendiharrar heita á bretska forsætisráðharran, Theresu May, um at útsetta skilnaðin millum Bretland og ES
Fleiri bretskir sendiharrar heita á bretska forsætisráðharran, Theresu May, um at útsetta brexit
 
14.02.2019 - 06:35

Tað skrivar bretska blaðið, The Times, sum endurgevur felags áheitan frá fyrrverandi sendiharrunum.

Tey heita á May um at longja limaskapin hjá Bretlandi í uniónini fyri at fáa meiri tíð at samráðast um treytirnar fyri framtíðar viðurskifti millum ES og Bretland.

 >> SÍ EISINI Theresa May roynir nú við "plan B"

Far May ikki góðkent eina skilnaðaravtalu í bretska parlamentinum innan 29. mars, noyðist hon at taka støðu til, um brexit skal útsetast ella um Bretland skal fara úr ES við ongari avtalu.

Sambært fyrrvernadi sendiharrunum er fyrri valmøguleikin betri. 

Kann elva til áralangar samráðingar

Sendiharrarnir ávara um, at verandi politikkur hjá forsætisráðharranum fer ikki at geva Bretlandi eitt gott exit úr Evropisku Uniónini, men fer heldur at føra við sær áralangar samráðingar.

Tað hevði verið best fyri bretsk áhugamál at útsett brexit og møguliga skipað nýggja fólkaatkvøðu, er ein av grundgevingunum.

Sendiharrarnir eru millum annað fyrrverandi bretski sendiharrin í USA, Fraklandi og Russlandi, skrivar The Times.

 >> SÍ EISINI Fleiri brexit-broytingar

Í dag hittast bretsku parlamentslimirnir aftur í Undirhúsinum fyri at kjakast um, hvussu Bretland skal fara úr ES. Her fer stjórnin at mæla til, at halda fram á somu kós, sum meiriluti í Undirhúsinum atkvøddi fyri 29. januar.

Tá varð avgjørt, at stjórnin skal royna at samráðast av nýggjum við ES um partin av avtaluni, sum snýr seg um Norðurírland, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860