Hybridbilar grønari enn elbilar sigur andstøðan

Hybridbilar grønari enn elbilar sigur andstøðan
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum eigur tí at koma í løgtingið við einum lógaruppskoti, sum gevur hybridbilum sama avgjaldslætta sum elbilar fáa
Hybridbilar brúka bensin ella diesel og gera harafturat streym sjálvir.
 
18.03.2019 - 12:47

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum eigur tí at koma í løgtingið við einum lógaruppskoti, sum gevur hybridbilum sama avgjaldslætta sum elbilar fáa.

Tað heldur meirilutin í Fíggjarnevndini, sum er andstøðan.

Nevndin er annars samd um at sleppa elbilum og vetnisbilum undan virðisgjaldi næsta ár eisini. 

Meirilutin í Fíggjarnevndini sigur, at elbilar brúka streym frá SEV. Og SEV brúkar framvegis olju til at gera streym.

Hybridbilar gera sjálvir orku, meðan teir koyra, og hava tí ikki brúk fyri SEV. 

Ein hybridbilur brúkar bensin ella diesel og tann streymin, sum hann sjálvur ger, meðan hann koyrir.

Ikki grøn orka

Andstøðan í Fíggjarnevndini sigur, at so leingi SEV ikki ger grønari orku, eru hybridbilar grønari enn elbilar.

Hybridbilar eiga tí at fáa sama avgjaldslætta sum elbilar, sigur andstøðan.

Løgtingið fer í morgin at atkvøða um uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at sleppa elbilum og vetnisbilum undan virðisgjaldi í 2020 eisini. 

Í februar vóru 126 elbilar í Føroyum.

Tá avgjaldslættin kom í 2008, var eingin el-bilur í Føroyum.

BankNordik gevur teimum, sum keypa elbil, biligari lán enn vanlig billán.

Og bankin fer at seta upp løðingarstøðir við deildirnar, sigur hann í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012