- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størstu kommunurnar hava størsta fólkavøksturin
13.04.2019 - 10:03
Aktuelt›Samfelag
Størstu kommunurnar hava størsta fólkavøksturin
Tórshavnar kommuna við 440 fólkum, og Runavíkar kommuna við 81 fólkum og Klaksvíkar kommuna við 52 fólkum

Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, tað vil siga í Streymoy, Eysturoy og í Vágum.
Í Eysturoynni er størsti lutfalsligi vøksturin í Sjóvar kommunu við 4,3 prosentum, Eiðis kommunu við 3,4 prosentum og Nes kommunu við 2,6 prosentum.
Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Sands og Porkeris kommunum við ávikavist 13 fólkum og 10 fólkum.
Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs og Skopunar kommunum við ávikavist 33 fólkum og 15 fólkum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV