Vænta minni framgongd í heimsbúskapinum

Vænta minni framgongd í heimsbúskapinum
Búskaparligu útlitini í heiminum eru ikki tey bestu í løtuni. Tað er serliga handilskríggið ímillum USA og Kina, sum er orsøkin
Heimsbankin (myndin), Altjóða Valutagrunnurin, IMF og Asiatiski Menningarbankin hava allir minkað væntaðu framgongdina í heimsbúskapinum
 
17.04.2019 - 09:39

Heimsbankin, Altjóða Valutagrunnurin, IMF og Asiatiski Menningarbankin hava allir minkað væntaðu framgongdina í heimsbúskapinum.

Tað er serliga handilskríggið ímillum USA og Kina, sum er orsøkin til tað, sigur japanski tjóðbankastjórin, Haruhiko Kuroda, við CNBC. Kina hevur kunngjørt gongdina fyri mars.

Gongdin vísir, at útflutningurin vaks 14 prosent, men innflutningurin minkaði 7,6 prosent. Tað er júst verjutollur, sum myndar heimshandilin í dag, og tí er vandi á ferð, sigur japanski tjóðbankastjórin.

IMF lækkað metingina tríggjar ferðir

Virðið á partabrøvum er hækkað nógv í ár, men tað heldur japanski tjóðbankastjórin koma av, at íleggjarar vænta eina loysn í handilsstríðnum ímillum USA og Kina.

Men samstundis hevur Altjóða Valutagrunnurin lækkað metingina um heimsbúskapin tríggjar ferðir í ár. IMF sigur seinastu metingina byggja á, at viðurskiftini ímillum USA og Kina ikki fara at versna.

Verður ein loysn ikki funnin, so kann tað fáa størri ávirkan á gongdina, sigur Haruhiko Kuroda. Hóast tað gongur frægari í Kina, so eru metingarnar, at búskaparvøksturin fyrsta fjórðingsár verður 6,3 prosent, og tað er tað lægsta seinastu 27 árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860