- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava nýggjan venjara í kikaranum
18.04.2019 - 17:54
Ítróttur›Fótbóltur
Hava nýggjan venjara í kikaranum
Fótbóltsfelagi ÍF leitar eftir nýggjum venjara til liðið í Betrideildini, nú felagið hevur sent Jógvan Hendrik Samuelsen til hús

Dan Petersen, formaður í ÍF, sigur við útvarpið í dag, at teir longu hava tosað við onkran, og vóna at nýggjur venjari er settur áðrenn 7. umfar í Betri Deildini hjá monnum skal spælast.
Fyrsta uppgávan hjá ÍF uttan Jógvan Hendrik Samuelsen sum venjara verður longu nú kl. 19, tá ið NSÍ tekur ímóti ÍF við Løkin í Runavík.
ÍF hevur bara 1 stig eftir fimm dystir.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV