Sri Lanka: Løgreglan var ávarað

Sri Lanka: Løgreglan var ávarað
Løgreglan í Sri Lanka fekk fyrr í mánaðinum eina ávaring um, at eitt møguligt álop fór at henda á kirkjur. Tað vísir eitt skjal
31+ fólk hava latið lív í ógvusligu yvirgangsatsóknini móti katólskum kirkjum og hotellum á Sri Lanka
 
23.04.2019 - 07:17

Tað er tíðindastovan Reuters, sum hevur fingið innlit í skjalið. 

Sambært skjalinum fyrireikaði ein lutfalsliga ókendur islamistiskur bólkur álopið. Hann kallast Thaweed Jama'ut.

Ávaringin kom 11. apríl frá eini útlendskari fregnartænastu, verður sagt.

Fekk ikki boðini

Men forsætisráðharrin í Sri Lanka fekk ongantíð boðini, og tað er enn ógreitt, hvørji átøk - um nøkur yvirhøvur - vórðu sett í verk orsakað av loyniligu upplýsingini.

Eitt politiskt stríð millum forsetan og forsætisráðharran í Sri Lanka kann hava merkt, at forsætisráðharrin ongantíð fekk ávaringini um álopið á kirkjur.

Forsætisráðharrin Ranil Wickremesinghe er nevniliga hildin uttanfyri øllum trygdar-kunningarfundum, eftir at hann síðsta ár gjørdist óklárur við forsetan Maithripala Sirisena.

Tað segði heilsumálaráðharrin, Rajith Senaratne, á tíðindafundi í gjár. Forsetaskrivstovan vil ikki gera viðmerkingar til ákærurnar.

Bóru seg rætt at

Men sambært einum ráðgeva hjá forsetanum var borið rætt at.

 - Okkara fatan er, at ávaringin varð latin trygdarmyndugleikum og løgregluni á rættan hátt, sigur ráðgevin Shiral Lakthilaka við BBC.

Ráðgevin leggur afturat, at forsetin hevur sett eina serliga nevnd við einum hægsta rættardómara á odda at kanna, hvat hendi.

310 fólk lótu lív av bumbuálopinum í Sri Lanka sunnudagin. Sjey sjálvmorðsbumbarar bumbaðu tríggjar katólskar kirkjur og trý hotell.

Allir koma úr Sri Lanka, men myndugleikar halda, at altjóða yvirgangsfelagsskapir hava hjálpt teimum. 40 fólk eru handtikin í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860