Umhvørvisstovan hevur góðkent Sandoyartunnilin

Umhvørvisstovan hevur góðkent Sandoyartunnilin
Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum í seinasta lagi 7. juni
Í Suðurstreymoy verður tunnilsmunnin á Gomlurætt
 
17.05.2019 - 12:14

Sandoyartunnilin hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni. Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Sirið Stenberg, í seinasta lagi 7. juni.

Tey kunnu kæra, sum avgerðin um umhvøvisgóðkenning hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri, sigur Umhvørvisstovan. 

P/F Eystur- og Sandoyartunlar, sum hevur nú hevur fingið umhvørvisgóðkennning, skal gera undirsjóvartunnil millum Suðurstreymoy og Sandoy. 

Langur og djúpur

Tunnilin verður 10,8 km langur. Mesta dýpið er 155 metrar undir sjóvarmálanum, og eins og í Eysturoyartunlinum verður mesta hallið fimm prosent. 

Roknað er við at spreingja 800.000 rúmmetrar av gróti.

Endamálið við umhvørvisgóðkenningini, sum nú er latin, er at fyribyrgja og avmarka dálking av náttúru og umhvørvi og ampar, sum kunnu standast av arbeiðinum. 

Ætlanin er, at koyrandi verður í Sandoyartunlinum í desember 2023.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860