FIFA forsetin afturvaldur

FIFA forsetin afturvaldur
Eingin stillaði upp ímóti Gianni Infantino, sum heldur fram sum FIFA forseti
 
05.06.2019 - 13:29

Sveisarin, Gianni Infantino, heldur fram sum forseti í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA.

Úrlitið av valinum kemur tó ikki óvart á nakran, tí einki mótvalevni stillaði upp ímóti Infantino.

Í síni almennu røðu lat FIFA-forsetin væl at teimum broytingunum, sum eru hendar tey góðu trý árini hann hevur verið í sessinum.

Hann segði millum annað, at FIFA er farið frá at vera ein eitraður og næstan kriminellur felagsskapur til ein felagsskap, sum mennir fótbólt.

FIFA, sum Føroyar eisini eru limur í, hevði frá 2015 til 2018 ein umsetning upp á 6,4 milliardir dollarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444