Hittast í London at tosa um nýggja makreltilmælið

Hittast í London at tosa um nýggja makreltilmælið
Í morgin og í ovurmorgin fara Føroyar, ES og Noreg at tosa um, hvat londini skulu gera við nýggja tilmælið hjá ICES um makrelin í ár
Í morgin og hósdagin fara londini, sum hava gjørt semja um makrelin, at viðgera nýggja tilmælið hjá ICES
 
11.06.2019 - 12:05

ES, sum hevur formansskapin í løtuni, hevur boðið Grønlandi, Íslandi og Russlandi við á fundin, sum verður í London. ICES hevur meira enn tvífaldað sítt tilmælið um makrel í ár.

Fyrra tilmælið var, at ikki er ráðiligt at fiska meira enn 318.000 tons á okkara leiðum í ár. Nú er tilmælið hjá ICES 770.000 tons.

Føroyar, ES og Noreg, sum eru samd um makrelbýtið, hava givið sær góð 650.000 tons í ár, hóast tilmælið hjá ICES tá var 318.000 tons.

Nýggja tilmælið

Nú skal so støða takast til nýggja tilmælið, sum er 770.000 tons. Men tá hini londini, Grønland, Ísland og Russland, eru tald við, eru kvoturnar størri enn tilmælið hjá ICES er nú.

Tey trý londini eru tó ikki við í makrelsemjuni, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu í London á Grækarismessu í 2014. Tann semjan varð longd í fjør og er tí eisini galdandi fyri 2019 og 2020.

Í nógv ár hevur makrelveiðan verið nógv størri enn ICES hevur mælt til, so makrelur úr átta londum í landsnyrðings-partinum av Atlansthavinum mistu MSC góðkenningina fyri fyrst í mars í ár.

Makrelur verður sambært MSC ikki fiskaður burðardygt og kann tí ikki fáa MSC stemplið longur. MSC stemplið ger, at meira fæst fyri makrelin. Men tá øll londini missa stemplið, ger tað minni mun og er ikki kappingaravlagandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012