Færri laksalýs loyvdar næsta ár

Færri laksalýs loyvdar næsta ár
Næsta ár kunnu færri lýs enn nú vera á alifiski, og í 2021 uppaftur færri
Laksalús.
 
18.06.2019 - 13:29

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sent til hoyingar broytingar í kunngerðini um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski.

Sambært galdandi kunngerð er Markvirðið í hvørjum aliøki hálvonnur vaksin kvennlús.

1. juni næsta ár verður hetta markvirðið lækkað niður í eina vaksna kvennlús, og 1.juni 2012 niður í hálva vaksnu kvennlús.

Klippini færri

Kunngerðin verðu eisini herd viðvíkjandi klippum. Verður farið upp um markvirðið fyri laksalýs fær alari klipp.

Sambært kunngerðini, sum kom í 2016, fær alibrúk eisini klipp fyri heilivágin, sum verður brúktur at gera av við lýsnar.

Alibrúk, sum nú kunnu hava tíggju klipp, fara, tá broytta kunngerðin er komin i gildi, bara at kunna hava átta klipp, áðrenn smolt-talið ikki skal hækka, ella tað skal lækka.

Hægstamarkið, sum nú er 20 klipp, lækkar niður í 16 klipp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012