Heimsins størsta flogfar til sølu

18.06.2019 - 07:39
AktueltÚtheimurin
Heimsins størsta flogfar til sølu
Holdingfelagið, Vulcan, fer at selja heimsins størsta flogfar,  Strato-launch, sum bara hevur verið á flogi eina ferð
 

Flogfarið kostar 400 miljónir dollarar, - 2,6 mia krónur.

Heimsins størsta flogfar hevði fyrstu royndarflúgving sína í apríl og tað var yvir Mojave-oyðimørkini í Kalifornia. Veingjabreiðið á flogfarinum er longri enn ein fótbóltsvøllur, - og 50 prosent størri enn á Airbus 380, sigur norska tv2. 

Vulcan er íløgufelag, sum Paul Allen, sáli, sum stovnaði Microsoft, átti. Milliardingurin doyði í oktober

Strato-launch hevur tveir flogkroppar og seks motorar, og er bygt soleiðis at tað kann flúgva upp til lægru partarnar av rúmdini og sleppa eini rakett, sum kann flúgva út í rúmdina og seta út flylgisveinar.

Hóast flogfarið er dýrt at keypa, eru vónir kortini um at tað verður selt. CNBC-fjølmiðilin nevnir milliardingin, sum eigur Tesla-grúnder, Elon Musk, sum eitt uppskot, - eitt annað uppskot er Amazon-stovnarar, Jeff Bezos, og Richard Branson, sum eigur Virgin-flogfelagið. Allir hava teir stóran áhuga fyri rúmdarferðum.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juli
Minibarrin 19. juli 2019
96870
Fríggjadag 19. juli
Summartímin hósdagin 18. juli
96921
Hósdag 18. juli
Í fótafari Paulusar - 8. partur
96449
Hósdag 18. juli
Lívsleiðsskiftið (3:8)
96404
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juli
Video: 5mf kvinnur, vestanstevna 2019
96751
Leygardag 13. juli
Video: 10mf, vestanstevna 2019
96750
Leygardag 13. juli
Video: 8mf, vestanstevna 2019
96749
Leygardag 13. juli
Video: 5mf gentur, vestanstevna 2019
96747